Jóan Símun Edmundsson var 68 minuttir á vøllinum, tá lið hansara, KA Akureyri megnaði javnleik 1-1 móti Vestri á Greifavøllinum á Akureyri.
Úrslitið merkir, at KA longu hevur bjargað plássinum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini, hóast tvey umfør eru eftir at leika í niðara endaspælinum.
Vestri legði seg á odda átta minuttir undan steðginum. Tá 11 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini kundi heimafjøldin stórfegnast, tá Hans Viktor Guðmundsson javnaði til 1-1, og tryggjaði KA eitt týdningarmikið stig.
Í oddinum hava ÍBV og KA 33 stig hvør. Akranes hevur 31 stig og Vestri hevur 28 stig. Aftast eru Afturelding við 26 stigum, og gamla stórliðið, KR við 25 stigum. Afturelding og KR kunnu í mesta lagi røkka 32 stigum og 31 stigum.
Sunnudagin 19. oktober hevur KA heimadyst móti Akranesi, og KA endar kappingarárið við útidysti móti ÍBV. Tann dysturin verður leiktur leygardagin 25. oktober.