Veðrið hevur við sær, at avloysarin hjá Smyrli, Galaxy, aftur í morgin broytir ferðaætlan.
Bert tveir túrar eru í morgin um Suðuroyarfjørð. Seinnapartin í morgin er ongin sigling.
Strandferðslan boðar soleiðis frá:
Avlýsing á leið 7
Fyri veður verður siglt soleiðis á leið 7 mánadag. 6.oktober:
Av Krambatanga kl. 6:00 og av Havnini kl. 12:00. Síðani verður ikki siglt meir fyri dagin. Ferðandi við bílegging til kl. 10:00 av Havnini eru flutt til kl. 12:00. Bygdaleiðir í Suðuroy koyra ísv. broytta fráferð á leið 7.