Tríggir dystir vóru seinnapartin leiktir í SMS-deildini. Av røttum skuldu fýra dystir leikast, men dysturin millum VB og Kyndil í Vágshøll err útsettur.
Í høllini á Hálsi í Havn eydnaðist tað Neistanum at vinna 33-27 á EB. Í steðginum vóru neistakvinnur á odda 15-12.
Silja Olivia Heðinsdóttir var við 10 málum toppskjútti hjá Neistanum. Nadja Pejovic var við átta málum toppskjútti hjá EB.
Í høllini Vestmanna máttu verandi meistararnir, H71 lúta 24-28 fyri VÍF. Í steðginum vóru vestmannakvinnur frammanfyri 16-14.
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen var við níggju málum toppskjútti hjá VÍF. Lukka Arge og Maria H. Weyhe vóru við fimm málum hvør toppskjúttar hjá H71.
Í høllini á Skála vann Stjørnan 26-20 á StÍF. Klaksvíkskvinnur vóru á odda 14-10 í steðginum.
Emmy Kass og Eyðbjørg Kallsberg vóru toppskjúttar hjá StÍF við fimm málum hvør. Durita Karlsdóttir Ljósstein var stórskjútti hjá Stjørnuni í dag. Hon skoraði 11 mál.
Neistin er fremst við átta stigum, og Kyndil er nummar tvey við seks stigum. VÍF, H71 og Stjørnan hava fýra stig hvør. EB hevur tvey stig, meðan StÍF og VB hava enn fyrsta stigið til góðar.
HER eru dómaraseðlarnir frá HSF frá dagsins dystum í SMS-deildini:
##med2##
##med3##
##med4##