Í kanningini verða fólk spurd soleiðis:
– Hvat av hesum eigur landsstýrið at gera, fyri at lætta um fíggjarliga?
- Lækka mvg’ið á ávísum gerandisvørum, t.d. grønmeti og blæum
- Hækka barnafrádráttin
- Einki av hesum
Tá allir veljarar undir einum svara, so eru tey 60 prosent, sum svara játtandi til fyrsta møguleikan, at landsstýrið eigur at lækka mvg’ið á ávísum gerandisvørum, t.d. grønmeti og blæum.
24 prosent svara, at landsstýrið eigur at lækka barnafrádráttin, meðan 16 prosent svara 'einki av hesum'.
Niðanfyri sæst, hvat veljarar í ymsu flokkunum halda, hvat fólk ymsastaðni í Føroyum halda, og hvat kvinnur og menn og fólk í ymsum aldri halda:
##med2##