VIDEO: AIK Stockholm tapti fyri botnproppinum

(Video) Her eru málini, ið vóru skotin í dystinum AIK Stockholm-Värnamo 2-3 (0-3)

Mikkjal K. Thomassen og hansara menn í AIK Stockholm vóru fyri einum sonnum skelki í dag.

 

Á Strawberry leikvøllinum í Stokkhólmi tók AIK móti Värnamo, ið er langt aftast í bestu svensku fótbóltsdeildini. AIK hevði eina stóra favorittstøðu undan dystinum. 

 

Men Värnamo megnaði at skelka AIK í fyrra hálvleiki. Tá 27 minuttir vóru leiktir var Värnamo á odda 3-0. Botnliðið megnaði at skjóta tey trý málini upp á 12 minuttir.

 

Í seinna hálvleiki stríddist AIK fyri at koma afturíaftur í dystinum. Erik Flataker minkaði um munin til bæði 1-3 og til 2-3, men nærri kom AIK ikki einum stigi. Og so var eitt skelkandi tap veruleiki.

 

AIK datt av triðja plássinum, ið gevur atgongd til evropeiskan fótbólt komandi ár. GAIS er nú nummar trý við 45 stigum. AIK og IFK Göteborg hava 44 stig hvør. Malmö FF og Djurgården hava 42 stig hvør, so stríðið er hart um týðandi triðja plássið. 

 

Mjällby er langt fremst í deildini við 63 stigum. Hammarby er nummar tvey við 52 stigum. Fýra dystir eru eftir at leika, so Mjällby hevur fýra "matchbóltar". Talan verður um fyrsta meistaraheitið í søguni, um Mjällby vinnu svenska meistaraheitið. Sambært Jákup Ósá hjá bólt.fo kann KÍ møta Mjällby í fyrsta umfarinum í Champions League undankappingini komandi ár, tí Mjällby verður ikki styrkismett. 

 

Sunnudagin 19. oktober klokkan 13 hevur AIK tórføran útidyst móti Hammarby á skránni. Men í einari grannauppgerð kann alt henda. 

 

HER ber til at síggja málini, ið vóru skotin í dystinum AIK Stockholm-Värnamo 2-3 (0-3):

 

##med2##