Rannvá Olsen og liðfelagarnir í Ejstrup/Hærvejen spældu í kvøld dyst á útivølli í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
Í útidysti í Sæby eydnaðist tað Ejstrup/Hærvejen at vinna dystin 30-26. Ejstrup/Hærvejen var á odda 16-13 í steðginum. Talan var um triðja sigurin á rað.
Rannvá var við fimm málum næstbesti málskjúttin hjá útliðnum.
Ejstrup/Hærvejen er fjórðfremst í deildini við seks stigum fyri fýra dystir. Holstebro er fremst við 10 stigum fyri fimm dystir.
Týskvøldið 21. oktober hevur Ejstrup/Hærvejen dyst á heimavølli móti AGF.