Eldradagur verður leygardagin 9. august í Bygdarhúsunum í Miðvági. Tiltakið byrjar við morgunkaffi klokkan 9.00 og Frits Jacobsen, formaður í Vága pensjónistfelag, setur síðan stevnuna klokkan 10.00. Døgurði verður at fáa klokkan 12.00, Hotel Vagar stendur fyri matinum. Fyrilestrar verða í skúlanum, sum heldur til í Bygdarhúsunum, og borðreitt verður í niðriundir í Bygsarhúsunum.
Eldradagurin hevur í nógv ár verið eitt afturvendandi tiltak og byrjaði tá ST viðtók, at øll eldri eiga at hittast ein dag um árið.
Tað er landsfelagið, sum fyriskipar eldradagin, men øll eldri eru vælkomin.
Dagurin heldur áfram til klokkan 18.00 og luttakararnir hava høvi til at hoyra landspolitikarar eins og lokalpolitikarar greiða frá sínum sjónarmiðum á eldraøkinum.
Til dømis koma bygdaráðsformenn í Vágunum og siga nøkur orð, umframt Jonhild Jørgensen, sum er formaður fyri felagskommununi, eins og Jørgen Niclassen, løgtingsmaður, tosar um eldrapolitik.
Marius Dam, lækni, greiðir frá sjúkum, og fyribyrging móti sjúkum, sum eldri kunnu fáa og kunning um hjálpartól, sosialmál, eldraíbúðir og sunna matgerð verður. Síðan siga Tómar Tómasson, formaður í landsfelagnum og Símun Pauli Poulsen skrivari í landsfelagnum nøkur orð. Á skránnið er eisini ?møguliga lættur fimleikur?.
Tiltakið hevur vanliga góða undirtøku, millum 200 og 300 fólk plaga at luttaka, men tey vilja fegin hava flerir, sigur formaðurin í landsfelagnum, Tómar Tomassen. Serliga vónar hann at tiltakið førir til, at pensjionistafeløgini kring landið fáa fleiri limir. Landsfelagið hevur tilsamans 1.200
limir, av umleið 7000 eldri í Føroyum. Frits Jacobsen, formaður í Vága pensjonistafelag hevur góðar vónir um luttøkuna, nú tunnilin er komin.
Luttøka skal fráboðast í seinasta lagi 26. juli. á telefon: 332053, 333133, 333660 ella 441396. Kostnaðurin er 250 krónur fyri hvønn luttakara og goldið verður við inngongdina.