Eldraøkið: Hvør minuttur telur hjá heimahjálpini

Reportaga: “Fylgir tú so væl við í, hvussu leingi tú ert her og har?” spyrji eg framvegis óskiljandi um tørvin á slíkari minuttstýring. “Ja, tað má eg. Men tað er ikki altíð, at eg klári at halda tað. Eg plagi tó altíð at náa tað eg skal uppá ein dag”, sigur Lisa.

Brot úr reportagu Ein dagur í lívinum sum heimahjálp. Sí meira í Vikuskiftis Sosialinum, sum kemur á gøtuna í Havn í kvøld og kring landið í morgin. Miðlahúsið varpar í hesum døgum ljós á eldraøkið. Les stórt tema í Vikuskiftis Sosialinum, og fylg við her á in.fo. 

 

Klokkan 08.00

Tað er kalt hendan vakra morgunin í januar. Púra stilt, men 4 kuldastig, boðar bilurin frá. Eg koyri úr Havnini til Kvívíkar, har eg skal hitta heimahjálpina, sum eg skal koyra við í dag. Lisa. Eg eri varug við, at eg má vera til tíðina, og ikki fimm minuttir yvir, tí eg havi hoyrt, at í heimatænastuni telur hvør minuttur. Fimm minuttir til hendan, fimtan til handan. Soleiðis haldi eg tað er.

 

Eg siti í bilinum nakrar minuttir í 8, uttanfyri Bygdarhúsið í Kvívík, og hugsi um teir fordómar eg havi um hetta økið. At tað er býtt í minuttir – er ein av fordómunum.

 

Klokkan blívur 8, og eg leypi í bilin hjá Lisu.

“Góðan morgun” sigur hon, meðan útvarpið koyrir í bakgrundini. Okey, hon er ikki akkurát 8, tí tíðindini eru ikki byrjað enn.

“Vit skulu ikki langt, vit byrja her í Kvívík”, sigur Lisa.

 

Vit steðgað stutt frá bygdarhúsinum og fara báðar innar í eitt hugnaligt hús.

“Kom bara við inn í køkin”, sigur Lisa, og følir seg heima har. Inni í køkinum sita eini eldri hjún. Tey eru um 80 ára aldurin bæði tvey, men hann er eitt sindur yngri enn hon.Hann leggur sjey-kabal, meðan útvarpið gongur. Nú er Sigrun Brend komin í útvarpið, so klokkan er also farin av 8 nú, hugsi eg, og fái tað váttað á fartelefonini.

 

“Íslendarin sigur frá minus sjey stigum, men norðmaðurin sigur minus fýra”, sigur maðurin, meðan hann skonkir okkum kaffi. Honum tørvar ikki heimahjálp, tí hann er enn væl fyri. Konan hevur ikki stórvegis tørv á hjálp heldur. Tað eru bara sokkarnir, sum eru strævnir at fáast við.

 

“Eg skal bara hava sokkar á, tí eg klári ikki sjálv at fáa teir upp longur”, sigur konan og sigur speiskliga “eg havi altíð sagt man skal fáa sær ein yngri mann”, í forlongilsi av reypinum frá manninum um, at honum tørvar ikki heimahjálp.

Fryntlig eru hesi bæði, sum hava kókað okkum kaffi hendan morgunin.

 

“Soleiðis”, letur í Lisu, sum í øllum prátinum um veður og aldur hevur megnað at fingið sokkarnar á kvinnuna.

“Skulu tit ikki hava kaffi”, spyr konan Lisu, og eg varnist, at eg longu eri byrjað uppá mítt kaffi, uttan at hugsa so nógv um tað. Lisa hevur tó ikki tíð. “Nei, vit mugu fara nú”, sigur hon blíð við eldra parið.

 

Og útaftur í gongina og síðani í bilin. Eg kagi niður á telefonina og síggi, at klokkan er presis 8.10.

 

Komnar út í bilin verið eg noydd at spyrja, hóast tað kanska er íðan ov tíðliga.

“Lisa, hvussu er við tykkara tíðarskema. Eru fólk og ymiskar uppgávur býttar í minuttir?”.

 

“Ja, hendan konan fær 10 minuttir”, sigur Lisa, og peikar aftureftir, nú húsini hjá fryntligu hjúnunum liggur í bakgrundini. “Vit hava eitt skema, har minuttir eru settir á hvønn brúkara”, greiður Lisa frá.

 

“Fylgir tú so væl við í, hvussu leingi tú ert her og har?” spyrji eg framvegis óskiljandi um tørvin á slíkari minuttstýring. “Ja, tað má eg. Men tað er ikki altíð, at eg klári at halda tað. Eg plagi tó altíð at náa tað eg skal uppá ein dag”, sigur Lisa.