Eldrarøkt
- Tað hevur tikið eitt sindur longri tíð enn ætlað, men tíðarætlanin er ikki langt av leið, sigur borgarstjórin í Gøtu, Haldóra Ranghamar.
Hon væntar, at eldrasambýlið, sum kommunan letur byggja í Norðragøtu, fer at hava opið fyri almenninginum seinasta leygardag í oktober, sum er 30 ? ella 6. november, um tað ikki eydnast at koma heilt undir land við endan av hesum mánaðinum.
- Eftir at almenningurin hevur sæð húsini, verða hølini vaskað, og eg vænti, at tey fyrstu búfólkini kunnu flyta inn út ímóti hálvum november.
Haldóra sigur, at tá ið tey fyrstu búfólkini eru flutt inn, verður sambýlið opið fyri innbodnum, eins og gjørt hevur verið á Toftum og í Leirvík, har eldrasambýlini standa liðug og eru tikin í nýtslu.
- Enn er ymiskt eftir at fáa uppá pláss, men nú nærkast vit endanum ? og byrjanini, sigur ein fegin borgarstjóri.
Stórt tak
- Tað er soleiðis, at tá ið kommunur byggja eldrasambýlir, rindar landið 50.000 krónur av íløguni fyri hvørt búfólk. Higartil hava vit bert fingið játtan til tey fyrstu 10 plássini, men vit vænta, at játtanin til tey seks plássini, ið eftir eru, kemur uppá pláss til komandi ár, sigur hon.
Tá ið eldrasambýlið í Gøtu letur upp, flyta í fyrsta lagi 10 búfólk inn, men øll flyta ikki inn samstundis.
Neyðugt er við eini ávísari tillaging so hvørt, sum fólkini flyta inn.
Haldóra sigur, at hóast bara ovara hæddin verður tikin í nýtslu í fyrstu syfti, verður alt arbeiðið gjørt liðugt í einum, og tískil verður eisini gjørt klárt til tey seks fólkini, sum seinni skulu flyta inn í niðaru hæddini, sigur hon.
Tað er eitt stórt tak hjá kommununum at byggja slík sambýlir, tá ið landið rindar ein so lutfalsliga lítlan part av íløguni.
Haldóra Ranghamar sigur, at tá ið ellisheim verða bygd, rindar landið hálva miljón av íløguni fyri hvørt búfólk, men bert 50.000 krónur, tá ið talan er um eldrasambýlir.
- Hetta er ein velduga stórur munur, hóast funktiónirnar á einum eldrasambýli og einum ellisheimi ikki eru so ólíkar, sigur hon.
Alt útboðið
Øll byggingin av eldrasambýlinum í Gøtu hevur verið útboðin.
JHR tók sær av útgrevstrinum og betongarbeiðinum, Búsetur ger timburarbeiði, Rók-El hevur el-arbeiði, Sofus Jacobsen hita-og sanitet, Anskar Hansen máling, og Profa hevur gólválegging.
Gøtu kommuna ætlar, at alt húsið og økið uttan um skal verða liðugt, tá ið eldrasambýlið verður tikið í nýtslu.
Zacharias Jacobsen í Syðrugøtu hevur soleiðis átikið sær at snøgga økið uttan um.
Eldrasambýlið í Gøtu fer væntandi at kosta einar 16 miljónir krónur.