Fyrstu talvini í FM kappingini fyri einstaklinar vóru í dag. Tað varð telvað í fyrsta bólki, almenna bólkinum og í unglingabólkinum.
Talvsambandið er fyrireikari, og Runavíkar kommuna hýsir kappingini í Løkshøll. Formaðurin í Talvsambandi Føroya, Finnbjørn Vang, setti kappingina klokkan 14 ídag.
Hann og Talvsambandið vóru fyri nøkrum mánaðum síðani í Løkshøll, tá ið fyrsta Runavík Open kappingin var á skránni í november.
Ta ferðina var Hans Hjalti Skaale dómari. Aftur hesaferð er tað altjóða talvdómarin úr Klaksvík, sum syrgir fyri seg, at alt gongur fyri seg sambært ásetingunum.
Annað umfar verður í morgin klokkan 14.
Mánadagin verður farið undir kappingina í landsliðsbólkinum.
Fyrsta umfar
Fyrsti bólkur
Horatiu-Cristian Filip - Jóannes V. Hansen 1-0
Janus Skaale - Margar M. Berg 0-1
Sigurd B. Justinussen - Rógvi Mortensen ½ - ½
Brandur Højgaard – Heiðrikur T. Jacobsen 0-1
Ingi Wiberg – Rógvi Dragaberg 1-0
Unglingar
Luitjen Akselsson Apol – Rógvi Mørkøre ½ - ½
Flóvin M. Tummasarson – Jón í Horni Nielsen ½ - ½
Ragnar Weihe – Súni í Horni Nielsen 1-0
Elias Petersen – Bjarki Bertholdsen 0-1
Benjamin Reinert Fjallheim – Hanna Jacobsen 1-0
Markus Jacobsen 1