Eldsbruni á Selatrað


 

Leygarmorgunin klokkan 11.37 varð boðað frá einum eldsbruna á Selatrað. Tað var ein smátta á skótadeplinum, sum eldur var komin í.

Konfirmantar vóru á legu og búðu í smáttuni. Við sær høvdu tey hitablásara, og tað var av hesum blásaranum, at eldur var komin í.

Sløkkiliðið var beinanvegin á staðnum ogbasti eldinum. Smáttan stóð tó ikki at bjarga, og dreingirnir, sum búðu har, mistu alt, teir høvdu við sær.

Løgreglan í Runavík hevur annars havt úr at gera hetta vikuskiftið. Á Strondum rendir ein bilur á tveir dreingir á súkklu, sum koyrdu útfyri bilin. Báðir fóru á sjúkrahúsið, og tann eini hevur helst brotið beinið.

Í Leirvík var fráboðan um herverk. Har hevur onkur verið í innkoyringini og sett hol á tvey hjól, áðrenn gerningsmaðurin hevur tømt eitt ruskílat omanyvir bilin. Harumframt er herverk framt kring húsini.