Eldur í Frihedsmuseet í Keypmannahavn

Um tveytíðina í nátt kom eldur í Frihedsmuseet í Keypmannahavn, og enn hava teir ikki fingið tamarhald á eldinum.

Jan Sørensen hjá sløkkiliðnum sigur við fjølmiðlarnar, at eldurin hevur breitt seg til umleið tveir triðingar av savninum, og at roynt verður at bjarga so mongum lutum, sum til ber. Sum skilst er tað mesta fingið út haðani, men ikki alt.

Frihedsmuseet er partur av Nationalmuseet og fæst við seinna heimsbardaga og ta donsku mótstøðurørsluna.