Sum in.fo skrivaði beint eftir klokkan 13 í gjár, so varð Eysturoyartunnilin stongdur, tí at eldur var komin í ein bil. Tíbetur eydnaðist tað at fáa tamarhald á eldinum, áðrenn hatt festi í bilin.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur í morgu, at orsøkin var onkur oljuslanga sum lak. Løgreglan fekk fráboðan frá fólki, sum sóu neistar undan bilinum, sum síðani slóknaði og steðgaði. Tá sást eldur í motorrúminum, sum tað tó eydnaðist at sløkkja, áðrenn hann festi rættiliga í bilin.
Vaktleiðarin sigur, at tað fyrsta sum verður gjørt í slíkum førum er, at tunnilin verður stongdur, so bilar ikki trunkast í tunlinum, og soleiðis, at sløkkiliðsbilar, løgregla og sjúkrabilar kunnu koyra til og frá. Í gjár var tunnilin stongdur í umleið ein tíma.