Eldur í USA, vatnflóð í Kina

Meðan amerikanarar stríðast við tann størsta skógareldin nakrantíð í statinum Colorado, stríðast kinesarar við eina ógvusliga vatnflóð í Shaanxi-landspartinum

400 sløkkiliðsmenn, flogfør og tyrlur royna dag og nátt at fáa tamarhald á tí ógvusliga skógareldinum tætt við býin Denver í amerikanska statinum Colorado. Í gjár gjørdu myndugleikarnir av at boðsenda 800 sløkkiliðsmonnum afturat.
Eldurin í Colorado kyknaði eftir øllum at døma á einum tjaldingarstaði tætt við Rocky Mountains. Eldurin breiddi seg skjótt og er nú tann ringasti, sum nakrantíð hevur verið í Colorado. Turkur hevur verið har á leiðini leingi, so eldurin festir í alt, sum fyri er, og tann fríski vindurin ger tað næstan ómøguligt at forða eldinum í at breiða seg.
Sambært myndugleikunum eru meiri enn 20 hús farin upp í royk, og meiri enn 2.000 onnur hús eru í vanda. Í gjár vareldurin komin tætt at tí lítla býnum Roxborough, og myndugleikarnir mæltu teimum 13.000 fólkunum, sum har búgva, til at fara úr býnum.
Tað ger ikki arbeiðið hjá sløkkiliðsmonnunum lættari, at fleiri aðrir skógareldar eru kynkaðir í Colorado seinastu dagarnar.
Vatnflóð í Kina
Í kinesiska landspartinum Shaanxi hava í minsta lagi 124 fólk latið lív, og næstan 300 eru horvin í einari ógvusligari vatnflóð. Í grannalandspartinum Sichuan eru 24 fólk druknað, og 13 eru ikki komin afturíaftur. Umleið 500 hús eru oyðiløgd, og 1600 hektarar av landbúnaðarjørð standa undir í vatni. Myndugleikarnir siga, at tað er at kalla vónleyst at bjarga fólki nógvastaðni, og teir bera ótta fyri, at umleið 10.000 fólk fara at missa hús og heim.
Tað regnaði av grimd í teimum báðum kinesisku landspørtunum seinasta vikuskiftið, so fleiri áir fóru upp um áarbakkarnar. Tað nógva vatnið hevur oyðilagt vegir og jarnbreytir, og tí er sera trupult hjá bjargingarliðunum at koma teimum neyðstøddu til hjálpar.