Í morgun fekk løgreglan fráboðan um, at eldur var í virkinum hjá Bakkafrost inni á Glyvrum. Tað tók ikki meira enn áleið 25 minuttir at sløkkja eldin, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.
Les eisini: Eldur í hjá Bakkafrost í morgun
Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, greiðir frá, at eldurin kyknaði í onkrari vakuum pumpu, og at roykur og luktur tí kom frá pumpuni, men ikki inn í virkið sjálvt.
- Vit hava eina rættiliga umfatandi eldávaringarskipan, so ein ávaring fór til myndugleikarnar í morgun. Men eldurin var bara í pumpuni, og tað ávirkar als ikki virkið ella framleiðsluna, sigur Regin Jacobsen.