Umborð
Vestmenningurin Jákup Aksel Haraldsen siglur sum dekkari og avloysari sum kokkur við ísfiskatrolaranum Vestmenningi, ið partrolar saman við Fram. Har hevur hann siglt, síðan skipini, sum eru fyrrverandi Hádegisklettur og Stígarklettur, komu aftur úr Ný Sælandi, hagar tey vórðu seld fyri skjótt fleiri árum síðan.
Men Jákup hevur roynt eitt sindur av hvørjum, bæði á sjógvi og landi. Hann hevur verið í elektrikaralæru og hevur arbeitt sum sveinur, bæði í Føroyum og í Danmark, hann hevur smíðað hús í nøkur ár, í tveimum umførum var hann við rækjuskipum – og eitt skifti var hann við skeljabáti, sum veiddi jákupskel.
Í løtuni gongur manningin á Vestmenningi og Fram heima, meðan bíðað verður eftir, at nýggir høvuðsmotorar verða settir í.
- Skipini hava nú verið á beding í 10 dagar, og vit vænta, at arbeiðið fer at taka einar 6-7 vikur. Skipini verða tí ikki klár at loysa aftur, fyrr enn gulllaksavertíðin byrjar. Vit plaga vanliga at vera á gulllaksi frá byrjanini av mai og út í september, og okkurt árið eru vit givnir seinni.
Eitt gott 2008
Jákup Aksel sigur, at árið í fjør royndist væl, og dekkaraparturin fyri 2/3 av túrunum umborð lá um eina hálva miljón krónur.
- Skipini gjørdu tilsamans 44 túrar í fjør og fiskaðu fyri slakar 40 miljónir krónur.
Umborð á Vestmenningi er Jákup Aksel dekkari og avloysari sum kokkur.
- Karl Isaksen úr Kvívík er fastur kokkur umborð, men tá hann hevur frítúr, eri eg fastur avloysari hjá honum. Dekkarar og kokkur eru tveir túrar umborð í senn og síðan ein í landi. Tað merkir, at eg eri dekkari ein túr – og síðan kokkur ein. Sum kokkur fært tú 1,25 part, og tað munar eitt sindur, tá samanum kemur.
Jákup Aksel letur væl at reiðaranum, Tummasi Christophersen, sum hann sigur er stak fittligur maður og óføra álítandi at rinda hýru til tíðina.
- Tað er so nógv hugaligari hjá monnum at sigla, tá eingir trupulleikar eru við hýruni, og hon kemur, tá hon skal. Hetta hevur nógv at siga fyri trivnaðin umborð, sigur hann.
Útbúgvin elektrikari
Árið eftir, at Jákup Aksel varð liðugur við fólkaskúlan í Vestmanna í 1980, fór hann í elektrikaralæru hjá Niels Thørslev Petersen, sum hevði fyritøku í Vestmanna.
- Eg var einsamallur lærlingur, meðan eg stóð í læru, men árini eftir gjørdust onkrir aðrir dreingir avlærdir hjá Nielsi. Hetta var um tað mundið, tá ítróttarhøll og skúli vórðu bygd í Vestmanna, og vit høvdu nokso nógv at gera. Vit arbeiddu eisini fyri kommununa, og kring um í landinum høvdu vit einstakar uppgávur.
Eftir at hann varð avlærdur í 1985, arbeiddi Jákup Aksel í eini tvey ár sum sveinur hjá somu fyritøku í Vestmanna.
- Nú fór eg við rækjuskipinum Kinguq, sum felagið Faroe-Can átti. Hetta var eitt kanadiskt/ føroyskt felag, sum hevði tvey systirskip, ið vóru styrkt móti ísi. Eg haldi, at føroyski parturin við Jógvani Kjølbro og øðrum var ein slakur helmingur, meðan kanadiski parturin hevði meirilutan í felagnum, sum átti skipini. Seinni yvirtóku kanadiumenn skipini, havi eg skilt.
Jákup Aksel var í umleið eitt ár á rækjuveiði í hesum umfari.
- Vit royndu ymsastaðni, eitt nú Hudson-víkini, og vit vóru eisini til royndarfiskiskap fyri kanadisku stjórnina. Eitt skifti fiskaðu vit í Vesturgrønlandi, og vit løgdu eisini onkra last upp í Føroyingahavnini og í Nuuk.
Hann sigur, at fremstu yvirmenninir á brúnni og í maskinrúmi vóru føroyingar og skiparar, sum hann var saman við, vóru eitt nú Agga í Garðastovu og Pauli Poulsen, báðir úr Vestmanna.
- Kanadiumenn vildu hava fleiri inuittar við, soleiðis at vit kundu læra teir upp við at arbeiða rækjur, arbeiða á dekkinum og at bøta trol.
Einir 12-13 mans vóru við hesum skipi, og rækjurnar vóru bæði sonevndar posarækjur og japansrækjur – skildar og pakkaðar eftir stødd.
- Eg haldi, at onkur av manningini bleiv verandi har yviri og flutti soleiðis heimanífrá, leggur hann aftrat.
Ein túr við Fame
Umframt at sleppa á rækjuveiði á ungum árum, slapp Jákup Aksel í endanum av áttatiárunum eisini at royna seg á skeljaveiði við nýggja Fame uppi við Svalbard. Hetta gjørdist bara til tann eina túrin, sum kortini vardi tað mesta av fýra mánaðum. Meðan teir royndu á leiðunum við Svalbard, vóru teir onkuntíð inn í Noregi og bunkraðu.
- Sonur John Dam, Hans Andrias Dam, var skipari, og eg haldi, at vit hendan túrin fingu eini 220-240 tons av lidnari vøru. Hetta var jákupsskel, sum vit veiddu við trimum stórum dreggjum.
Mótstøðan, sum tók seg upp, tá Fame fór at dreggja eftir skeljum undir Føroyum, var stór, og Jákup Aksel ásannar, at slík veiða krevur tungan reiðskap, sum ikki fer væl við botninum.
- Vit høvdu tríggjar bummar og trý dregg úti í senn. Eg haldi, at hvørt dreggið vigaði eini 4 tons, so tað er eingin loyna, at hetta er rættiliga tungur reiðskapur, sum verður drigin eftir botninum undir slíkari veiði, sigur hann.
Eitt, sum vit enn ikki hava nevnt í hesi greinini um arbeiðslívið hjá vestmenninginum, er, at hann afturvendandi og í eini 8-9 ár tilsamans hevur smíðað hjá KS Timburhús v/ Kára Simonsen.
Men Jákup Aksel hevur eisini arbeitt í Danmark sum elektrikari.
- Ja, í eini trý ár búði eg í Danmark, har eg arbeiddi hjá Olesen & Jensen, sum var ein el-fyritøka í Esbjerg. Heimaftur komin fór eg aftur at smíða hjá KS Timburhús, sigur hann.
Aftur til sjós
Longsta tíðarskeiðið, sum Jákup Aksel hevur siglt, er við Vestmenningi, síðan fyrrverandi dalstrolararnir komu heimaftur úr Ný Sælandi í ár 2000.
- Eg fór beinanvegin umborð á Vestmenning, tá hesi skipini komu, men áðrenn eg fekk hendan kjansin, var eg ein túr við gamla Fram, ið somu menn áttu, sum nú eiga Vestmenning og Fram. Eg fór soleiðis úr arbeiði hjá KS Timburhús og umborð á Fram.
Hann sigur, at teir fiskaðu rækjur uppi við Svalbard, og hann heldur, at hetta var seinasti túrur, sum vestmenningar áttu skipið, ið síðan varð selt til Klaksvíkar.
- Hesin Svalbards-túrur mundi vara í einar tríggjar mánaðir, sigur hann.
- Eg havi so at siga einki gjørt við el-arbeiði, síðan eg gavst hjá donsku fyritøkuni. Og tó. Eg gjørdi el-innleggingarnar, tá vit bygdu í Hoyvík fyri út við 10 árum síðan, og sjálvandi hevur man eisini tikið eina hond í hjá onkrum av og á, tá stundir vóru, og høvið beyðst, sigur hann.
Jákup Aksel sigur, at hann trívist væl umborð á Vestmenningi, og hann hevur í løtuni ongar ætlanir um aðra lívsleið.
Taka garnarnar
Elektrikarin, ið siglur sum bæði dekkari og kokkur, sigur, at umstøðurnar umborð á Vestmenningi og Fram eru rættiliga góðar – ikki minst, nú arbeiðsdekk og last eru gjørd meira arbeiðslig og tíðarhóskandi.
- Vit eru eisini partur av eini livraverkætlan, har allur innvølur frá kryvjimaskinuni fer fram eftir bondum og í eina kvørn, sum malir garnarnar sundur. Hetta verður síðan pumpað í nakrar smáar tangar, sum vit hava umborð, og tá verður nakað av sýru sett til hvørt tonsið av innvølum.
Hann vísir á, at sýran syrgir fyri, at lýsið skilir seg
úr livrini og frá gørnunum annars.
- Hetta byrjaði við, at vit mólu við hond, men nú hava vit fingið eina kvørn umborð, sum ger arbeiði nógv lættari.
Umborð á ísfiskatrolarunum Vestmenningi og Fram hava teir leingi roynt at fingið livur og rogn til høldar. Livurin hevur verið koyrd í posar, og rognini eru farin í rognaposar. Síðan hevur alt verið ísað, til túrur var lokin.
- Vit hava ikki kunnað goymt allan innvølin í smáu tangunum, sum vit hava havt umborð. Nú er so ætlanin, at ein 25 tons stórur miðtangi, sum er í skipinum, skal brúkast til endamálið.
Jákup Aksel sigur, at talan er um ein oljutanga, sum liggur miðskips, og hesin skal nú eftir ætlan tømast, reinsast og behandlast, so hann verður klárur til malnu garnarnar.
- Ætlanin er, at alt skal koyra sjálvvirkandi, og tá verður bara hjá okkum at fáa fiskin kruvdan í kryvjimaskinuni.
Vónir um íkast
Ein føroyingur, sum býr í Danmark og arbeiðir við slíkum, hevur verið umborð og lagt manningunum umborð á Vestmenningi og Fram lag á.
- Tað er Livravirkið, sum tekur ímóti lýsi og innvølum, men enn hava vit einki ítøkiligt frætt um, hvussu gongur. Vit vóna sjálvandi, at hetta við tíðini fer at verða eitt íkast, sigur hann.
Síðan Vestmenningur og Fram vórðu longdir á skipasmiðjuni í Havn, taka skipini eini 300 tons tilsamans.
Jákup Aksel er giftur Sóleyg Haraldsen, sum er ættað úr Sandavági. Tey eiga fýra gentur í aldrinum 12, 16, 19 og 26 ár.