Elektriskir býbussar frá Iveco 

Um stutta tíð koma tveir elektriskir Iveco býbussar til Bussleiðina hjá Tórshavnar kommunu.

 

 

Iveco er ein kendur evropeiskur framleiðari av vørubilum, lastbilum og bussum. Iveco verksmiðjan, sum varð sett á stovn í 1975, er ein samanrenning av fimm evropeiskum framleiðarum av størri bilum úr trimum ymiskum londum, Italia, Fraklandi og Týsklandi.   

 

Iveco hevur verksmiðjur í Europa, Kina, India, Turkalandi, Australia, Argentina, Brasilia og Suðurafrika, og bilarnir verða seldir í 160 londum.

 

Iveco er dygdarmerki, og hetta sæst eisini aftur, tá Iveco í ymiskum støddum hevur vunnið fleiri altjóða heiðurlønir seinnu árini. Iveco er eisini leiðandi bilmerki úti í heimi, tá ræður um stórar bilar sum eru orkusparandi við minst møguligum útláti. 

 

Vit síggja nógvar Iveco bussar á føroysku vegunum, bæði bussar hjá Bygdarleiðum og Bussleiðini. 

 

Tað er Gervi á Hjalla, sum umboðar Iveco í Føroyum. Gervi hevur stóran verkstaðsbygning á Hjalla, sum kann bjóða góða tænastu til sínar kundar.  

Umframt at reka lastbilaverkstað, har allar vanligar mekaniskar umvælingar verða gjørdar, hevur Gervi eisini sølu av eitt nú dekkum, felgum og eykalutum.

 

- Hóast vit umboða Iveco, tekur lastbilaverkstaðurin og smiðan hjá okkum sær av umvælingum av øllum bilamerkjum. Øll eru vælkomin at venda sær til okkara á tlf. 204400, um okkurt er, sum skal gerast, sigur Eyðbjørn Johansen, verkstaðsleiðari.