Til elbilaráðstevnuna, sum SEV og Jarðfeingi skipa fyri í Norðurlandahúsinum týsdagin 15. februar, kemur ein Tesla Roadster, ið er ein sera kvikur el-drivin sportbilur. Týsdagin 15. februar verður elbilaráðstevna í Norðurlandahúsinum. Á ráðstevnuni fara umboð fyri orkufeløg í Íslandi, Grønlandi og Føroyum at sammeta elbilaroyndir sínar higartil í teimum trimum Útnorðurlondunum.
Í hesum sambandi hevur SEV m.a. boðið umboðum fyri Tesla Motors í Danmark at koma higar at vísa Tesla Roadster sportbilin fram. Saman við bilinum koma tvey umboð fyri Tesla Motors til Føroya við Norrönu tann 14. februar. Hesi fara at greiða innbodnu luttakarunum á ráðstevnuni nærri frá bilinum og virkseminum hjá Tesla Motors á elbilaøkinum.
Tesla Roadster er ein sera kvikur bilur, sum koyrir frá 0-100 km/t upp á undir fýra sekund. Elmotorurin við 248 hk verður drivin av lithium-ion battaríum. Toppferðin er umleið 200 km/t, og bilurin koyrir millum 330 og 350 kilometrar upp á eina løðing, skrivar heimasíðan hjá SEV.
Tilsamans fimm elbilar verða í Føroyum, meðan ráðstevnan er. Umframt Tesla Roadster verða tveir Peugeot Partner og ein Mitsubishi iMiEV hjá SEV og ein Mitsubishi iMiEV, sum verður í Føroyum í sambandi við norðuratlantiska samstarvið NORA.
Kaliforniska bilverksmiðjan Tesla Motors var stovnað í 2003, og Tesla Roadster kom á marknaðin í 2008. Í Danmark kostar ein Tesla Roadster væl yvir 700.000 krónur.