Elektron fingið nýggjan stjóra

Kjartan er farin frá og Ulla tekur fyribils við.

Kjartan Thomassen er í dag farin frá sum stjóri á Elektron og hevur tikið við starvinum sum tekniskur stjóri í fyritøkuni. Hann fer sostatt aftur í starvið, sum hann røkti, áðrenn hann tók við stjórastarvinum í 2014. Av persónligum ávum fer Kjartan Thomassen tó at vera í farloyvi næstu tíðina.


Ulla Joensen er samstundis sett sum fyribilsstjóri eftir Kjartan. Ulla hevur síðani 2002 starvast sum fíggjar- og fyrisitingarleiðari á Elektron, har hon eisini hevur verið partur av dagligu leiðsluni í fyritøkuni. Í sambandinum við viðskiftafólk  og aðrar samstarvspartar hevur Ulla eisini verið við til at mynda Elektron, skrivar felagið í tíðindaskrivi.