Leygarkvøldið verður Cippo karmur um electro kvøld, har DJ nøvnini Playmo, DJ Frisko og DJ Knýtil standa fyri tónleikinum.
Á skránni verður electro house, minimal, techno, og alt tað, ið hartil hoyrir av dintilssveiggi, skriva fyrireikararnir í tíðindaskrivi.
Í Føroyum er vaksandi áhugi fyri electro house og líknandi tónleikastílum, og sjón fyri søgn var fyri hesum í Grundini á ársins G! Festivali, har m.a Playmo og DJ Knýtil gjørdu vart við seg. DJ Frisko er gamal í garði og hevur tískil fleiri electro triks í ermuni.
Ásannandi vaksandi áhugan, hevur Cippo valt at samstarva við nakrar DJ?ar um eitt átak, har hesin tónleikurin sleppur í hásætið. Tí verður skjøtil hervið settur á fyrsta electro kvøldið í Cippo, ið ætlandi verður eitt afturvendandi tiltak. Ungu, dugnaligu street art listamennirnir í Scrub Art fríðka um Cippo til høvið, og verður sostatt okkurt til bæði eygu og oyru hetta kvøldið.
Umframt omanfyrinevndu DJs, eru JamesJames og Bryn eisini við í átakinum, og teir vera óiva at hoyra eina aðru ferð. Høgni Egholm Magnussen úr JamesJames hevur somuleiðis funnið uppá navnið á átakinum; ?Undirbeat?, umframt at hann hevur sniðgivið plakatina.
Undirbeat er frá kl. 23-4.