Eli Lyngvej-Larsen, sum arbeiðir á Færøernes Kommando, er vorðin riddari av Dannebrog Í gjár fekk Eli Lyngvej Larsen, orlogskapteynur á Færøernes Kommando, riddarakrossin frá Margrethu drotning.
Tað var ovastin á Færøernes Kommando, Per Starklint, sum handaði Eli krossin.
Eli Lyngvej-Larsen er føddur og uppvaksin í Danmark. Men hann er hálvur føroyingur, sonur Onnu Lyngvej av Bakka í Hesti. Eli hevur verið í sjóverjuni síðani 1972 og møtti fyrstu ferð á Marinustøðini í Havn í 1974.
Eli er giftur við Signhild av Argjum, og eiga tey tveir dreingir og eina gentu. Umframt arbeiðið á Færøernes Kommandi er Eli virkin í Havnar Bjargingarfelag og er ein av skiparunum á bjargingarbátinum Lív.