Dysturin í Eysturríki í kvøld var tann tíggjundi, at Håkan Ericson hevði ábyrgd av føroyska liðnum, og at Eli Hentze var hjálparvenjari.
Føroyingar hava skorað mál í níggju av hesum tíggju dystunum, og hetta var sjeyndi dysturin á rað, at Føroyar skoraðu mál. Tað er í sær sjálvum ein sólskynssøga.
Men eingin av teimum í føroysku leguni í Eysturríki er nøgdur, nú dysturin er liðugur, og úrslitið var 3-1 heimasigur.
-Í umklæðingarrúminum og millum spælararnar og øll hini harmast vit um mistøkini. 3-1 á útivølli ímóti Eysturríki man hjá teimum flestu kennast at vera at liva við, men soleiðis er tað ikki hjá spælarum, sum kappast á hesum støðinum. Teir eru uppaldir til at stríðast fyri at vinna, og teir góðtaka ikki at tapa, sigur Eli Hentze, hjálparvenjari, úr Eysturríki.
Føroyska liðið hevur nú eyguni ímóti mikukvøldinum, tá ið Skotland er á skránni. Tað verður ikki fyrr enn týsdagin, at føroyska liðið fer úr Eysturríki og til Skotlands.