Í morgin, mánadagin, klokkan 15 letur Eli Smith, listamaður, upp framsýning í Mentamálaráðnum á Hoyvíksvegi í Havn. Dóttirin, Anna á Váli Smith, og Sára Olsen spæla cello og klaver til upplatingina.
Fyri seks árum síðani valdi Eli Smith at royna seg við litum úr føroysku náttúruni, sum gav lív til eina røð av málningum úr reinum náttúrutilfari, so sum royðugrót, sandur, skeljar, torv og kol. Drúgvar arbeiðsroyndir og íblástur frá m.a. fornu egyptisku kongamálningunum og holumálningunum í Spania hava sannført hann um dygdina í hesum arbeiðshátti. Eisini hevur Eli arbeitt við verkætlanum at prýða rúm, bæði við málningum í Runavíkar Skúla og nú í seinastuni við mosaikki.
Framsýningin, ið heldur fram til 11. desember, er opin mánadag til hósdag kl. 8 ? 16 og fríggjadag kl. 8 ? 15.