Elias aftur í europeiska eldin

Føroyski stjørnuspælarin og liðfelagar hansara í THW Kiel fara tíðliga í kvøld at spæla í Aalborg

Í kvøld verður hondbóltur við góðum føroyskum ísletti og á hægsta europeiska felagsstigi.

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagar hansara í THW Kiel fara at spæla á útivølli í EHF Champions League kappingini. Mótstøðuliðið verður Aalborg Håndbold, og dysturin verður í Sparekassen Danmark Arena, sum stóra høllin í Aalborg eitur.

 

Tað ber til at fylgja við á DR2 frá klokkan 17.35. Fyrsta bríksl verður klokkan 17.45 føroyska tíð.

 

Hetta er onnur ferðin í seks dagar, at hesi bæði feløgini hittast í hesi kappingini. Hóskvøldið í síðstu viku var tað óvæntað, tá ið Aalborg Håndbold vann 27 – 18 í Kiel. THW Kiel er topplið í bólkinum við 10 stigum, og Aalborg er næstfremst við 9 stigum.

 

Um vikuskiftið avrikaðu Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir sera sannførandi, tá ið teir í bundesliguni vunnu 30 – 26 á heimavølli ímóti Hákun West av Teigum og hinum í Füchse Berlin.