Elias, Óli og liðfelagarnir vunnu grannauppgerð

Elias Ellefsen á Skipagøtu gjørdi veruliga vart við seg í sínum fyrsta dysti aftaná drúgvu skaðafráveruna

Tað var vorðið sum "comeback" Elias Ellefsen á Skipagøtu fekk í sínum fyrsta dysti fyri Sävehof í bestu svensku hondbóltsdeildini aftaná drúgva skaðafráveru.

 

Sävehof vann á útivølli grannauppgerðina móti Önnered 34-33. Í steðginum var Sävehof á odda 19-16.

 

Elias gjørdist toppskjútti hjá Sävehof saman við Felix Möller við sjey málum. Elias legði eisini upp til níggju mál í kvøld, og gjørdi veruliga vart við seg. Óli skoraði tvey mál fyri Sävehof í kvøld.

 

Sävehof er næstfremst í deildini við 37 stigum. Kristianstad er oddalið við 40 stigum.

 

Næst fyri hjá Elias og Óla er at ferðast heim til Føroya fyri at fyrireika seg saman við hinum í landsliðshópinum til EM-undankappingardystirnar móti Rumenia.

 

Dysturin móti Rumenia í høllini á Hálsi í Havn verður leiktur komandi mikukvøld klokkan 19. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.