Elias skoraði sjey mál í Slovenia í European League

Sävehof vann fjórða av fimm møguligum dystum í EHF European League við sigri á Gorenje í kvøld

Elias Ellefsen og liðfelagarnir í Sävehof framdu enn eitt gott avrik í EHF European League í kvøld við at vinna 35-31 á slovenska liðnum, EHF European League á útivølli í kvøld.

 

Elias skoraði sjey mál uppá 11 málmøguleikar. Toppskjútti hjá Sävehof var Sebastian Karlsson við níggju málum. Í steðginum var Sävehof á odda 16-15.

 

Móti dystarenda skoraði Elias tvey mál sum vóru avgerandi, at munurin á máltalvuni fall til Sävehof.

 

Sävehof hevur gjørt tað framúr í EHF European League við fýra sigrum í fimm dystum, harímillum tveir sigrar á útivølli. 

 

Støðan í bólki C er tann, at Sävehof og Nexe hava átta stig fyri fimm dystir. Magdeburg hevur sjey stig fyri fýra dystir. La Rioja og Gorenje hava trý stig, og aftast er Aix við einum stigi. 

 

14. desember spælir Sävehof ein útsettan dyst móti Magdeburg á heimavølli í Partille.