Løgreglan hevur fingið tilsamans 13 fráboðanir um stormskaðar í nátt og átta í morgun. Tríggjar ferðir var talan um valplakatir, sum fóru á flog, og tann ógvusligasta fráboðanin var um nótabátin Christian í Grótinum, sum var um at slíta frá bryggju í Klaksvík. Bjargingarbáturin Ziska mátti hjálpa til at fáa hann at bryggju aftur.
Men eingin stormskaði var so álvarsligur, at hann førdi til fólkaskaða.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at rættiliga nógv hava tikið valplakatir niður, og tí er ikki størri skaði hendur av tí.
Um fimmtíðina í morgun steðgaði løgreglan einum bili, har førarin blásti yvir tað loyvda. Hann varð handtikin og skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. Løtu seinni varð aftur ein bilførari tikin, sum blásti yvir tað loyvda, sum eisini varð handtikin og skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.
Um áttatíðina í morgun varð løgreglan boðsend, tí ófriður var í býnum. Har var ein persónur handtikin, og hann liggur og svevur í brummuni og fær eina bót við sær, tá hann vaknar.











