Tíðargrein úr Sosialinum 20. mars:
Løgtingsvalið 26. mars 2026 snýr seg um, hvussu vit stýra menningini í Føroyum, so hon verður haldfør – bæði búskaparliga og sosialt. Valið snýr seg um at tryggja, at framgongdin kemur øllum til góðar, og um at styrkja ta samanhangsmegi, sum er avgerandi í einum lítlum samfelag.
Tá vit tóku við aftur í 2022, var støðan ein onnur. Inflasjónin var høg, lønarvøksturin lágur og reallønin minkaði fyri fyrstu ferð í nógv ár. Tað merktu nógv fólk í gerandisdegnum.
Vit raðfestu at gera gerandisdagin lættari hjá vanligum familjum. Vit hava framt skattalættar til lág- og miðallønt, lønarlyft, latið sperdum fólki og familjum or inflatiónshjálp, hækkað barnafrádráttin og tikið mvg av ávísum gerandisvørum fyri at styrkja keypiorkuna hjá fólki.
Tað var rætt.
Tamarhald er nú á inflasjónini, og lønarhækkingarnar hava verið høgar seinnu árini. Sambært Búskaparráðnum er keypiorkan hjá føroyingum aftur vaksandi, og fíggjarligu fortreytirnar hjá nógvum føroyingum eru betri í 2026 enn tær vóru í 2022. Men ikki hjá øllum.
Okkara sosialdemokratiska vælferðarsamfelag hevur aftur víst sítt virði. Her er gott og trygt at vera, og her hava vit bestu møguleikarnar at skapa okkum eina góða tilveru. Men vit mugu alla tíð tillaga og broyta, um tað skal varðveitast.
Í einari tíð við stórum prísvøkstri var neyðugt at lætta um. Frameftir fara vit heldur ikki at leggja nýggjar almennar skattahækkingar ella avgjøld á vanligar løntakarar og familjur. Heldur eiga vit at lætta um, tá tað er fíggjarliga ráðiligt. Her og nú vilja vit lata limunum í fakfeløgunum ein skattafrádrátt fyri fakfelagsgjaldið.
Tí fyri Javnaðarflokkin er solidaritetur avgerandi. Í einari tíð við búskaparligari framgongd mugu vit tryggja, at ójavnin ikki veksur, og at eingin verður settur eftir. Tær breiðastu herðarnar skulu bera meira. Men tað skal gerast rætt og rímiligt.
Tí vilja vit seta í verk ein stigvísan partafelagsskatt, har bankar og størstu fyritøkurnar rinda meira, meðan smá vinnurekandi rinda minni. Vit halda, at vinnur, sum hava framíhjárættindi at troyta náttúrutilfeingi, kunnu rinda nakað meira til felagsskapin. Og vit fara ikki lækka ríkisveitingina ella yvirtaka kostnaðarmikil økir, meðan hall er á fíggjarlógini.
Føroyingar velja Føroyar
Fólkavøksturin hevur aftur tikið dik á seg, og nú veksur fólkatalið skjótari enn tað hevur gjørt í nógv ár. Og í dag eru tað í størri mun føroyingar sjálvir, sum standa fyri vøkstrinum.
Í 2021 og 2022 stóðu føroyingar bara fyri umleið 15 prosentum av fólkavøkstrinum, meðan útlendska arbeiðsmegin stóð fyri 85 prosentum. Í fjør var luturin hjá føroyingum 67 prosentum. Tað kemst fyrst og fremst av, at vit fáa fleiri børn og at færri føroyingar flyta av landinum.
Tað vísir, at fleiri velja Føroyar.
Enn eru stórar avbjóðingar fyri framman. Hóast nógv bendir á, at vit fara at hava eitt lítið yvirskot á fíggjarlógini fyri 2025, so kunnu vit vænta at almennu útreiðslurnar fara at vaksa skjótari enn inntøkurnar, um vit lata standa til.
Samstundis liva vit í einari tíð við vaksandi altjóða óvissu – við kríggi í Evropa, nýggjum handilsforðingum og geopolitiskum spenningum, ið ávirka okkara nærmastu grannar. Tað krevur, at vit eru før fyri at umstilla okkum – og tað gevur okkum eisini møguleikar, sum vit mugu vera til reiðar at lofta og gagnnýta.
Og hóast fólkatalið kvinkar rætta vegin, so missa vit sum er ov nógv ung fólk úr hvørjum árgangi, og aldurssamansetingin í samfelagnum broytist. Tá fleiri eldri og færri ung skulu bera vælferðina, setur tað krøv til bæði búskapin og arbeiðsmarknaðin.
Tí mugu vit gera enn meir. Tað má gerast líka lokkandi at útbúgva seg her heima sum uttanlands - og at flyta heim aftur eftir lesnað. Kampusverkætlanin skal halda fram, so ungdómar kunnu velja eitt livandi lestrarumhvørvi í Føroyum, og vit mugu økja talið av útbúgvingum. Og lesandi skulu hava sama skattafrádrátt sum í Danmark.
Tað er gott, at ung fara burtur at lesa og læra, men tað skal vera enn betur at koma heimaftur at byggja reiður og land. Vit hava eina barsilsskipan í heimsflokki, men hon kann gerast smidligari og betri. Vit mangla eitt virðiligt minstaútgjald, og fara at lata foreldrum eitt eingangsútgjald á 25.000 kr. til fyrsta barnið og 15.000 til tey, ið hava børn frammanundan.
##med2##
Øll skulu hava ráð til eitt heim
Ein av størstu avbjóðingunum í Føroyum í dag er bústaðarmarknaðurin. Hækkandi húsaprísir og ein óskipaður leigumarknaður gera tað torført hjá nýggjum húskjum at skapa sær eitt heim at liva og hvíla í.
Tá ung og vanligar familjur ikki fáa ráð til bústað, gerst tað eisini torførari at fáa fólk at velja Føroyar. Vit hava longu gjørt nógv fyri at fáa fleiri og fjølbroyttari bústaðir. Men nógv meira skal til.
Vit skulu hava fleiri og smærri bústaðir, sum fólk hava ráð til. Vit vilja fáa til vega fleiri almannagagnligar ungdóms- og eldrabústaðir og vit vilja seta leigustuðul í verk, avmarka stutttíðarleigu og forða ótálmaðari spekulatión á bústaðarmarknaðinum.
Men landið klárar ikki alt einsamalt. Tað krevur samstarv millum land, kommunur, Bústaðir og privatar byggiharrar.
Framskygdur vinnupolitikkur
Eitt gott og sterkt vinnulív er ein fortreyt fyri framgongd og vælferð. Føroyar hava stórar møguleikar í okkara ríka mattilfeingi á sjógvi og landi og í okkara framkomna arbeiðsmarknaði. Fyri at kunna býta virðini, skulu virðini skapast. Vit mugu hava virðing fyri tí arbeiði, sum skapar virðini hvønn einasta dag.
Við einum framskygdum vinnupolitikki vilja vit skapa arbeiðspláss, lívga um tey smærri vinnurekandi, økja um virðisøkingina og tryggja, at øll fáa lut í tí, sum verður skapt. Burðardygg nýtsla av náttúrutilfeinginum og útbúgving av arbeiðsmegini eru fortreytir fyri haldførari menning.
Vit skulu eisini fremja orkuskifti, har vit fara frá olju til reina og bíligari varandi orku. Bæði fyri at minka dálkingina og fyri at gerast sjálvveitandi við orku.
Tað er neyðugt.
Um somu tíð mugu vit tora at hyggja at almenna rakstrinum. Tað arbeiðið er byrjað. Peningurin hjá okkum øllum skal brúkast við skili, og tað merkir, at vit mugu gera skipanirnar einfaldari og tryggja, at meira av pengunum fer til kjarnuvælferðina – til heilsurøkt, eldrarøkt, útbúgving, børnini og tey, sum standa uttanfyri arbeiðsmarknaðin. Sterk vælferð krevur ikki bara fleiri pengar; hon krevur eisini betri raðfestingar.
Kom við!
Tá vit siga “Øll skulu við”, meina vit tað ítøkiligt.
Tað merkir, at børnini skulu hava bestu møguleikar. At løntakarar skulu hava trygg og sømilig kor. At fólk, sum snáva, verða loftaði. At okkara eldru fáa virðilig og trygg eldraár. At nýggir borgarar møta bæði møguleikum og greiðum krøvum. Og at menningin røkkur út í hvønn krók í landinum.
Solidaritetur uttan ábyrgd er eitt tómt hylki. Ábyrgd uttan solidaritet skapar sundurlyndi.
Vit vilja bæði hava solidaritet og ábyrgd.
Føroyar skulu vera eitt nútímans og sterkt samfelag – við sterkari samanhangsmegi og einum búskapi í javnvág. Tað er tann kósin, vit biðja veljararnar um stuðul til.
Øll skulu við!












