Russland vil lata bankafólk skjóta dronur niður

Lógarbroytingin áleggur bankum at seta upp anti-dronuskipanir fyri egna rokning, og nýggja lógin loyvir bankafólki at skjóta dronur niður

 

 

Lógin, sum loyvir bankafólki at skjóta dronur niður, er eitt tekin um, at russiska loftverjan svíkur

Russland hevur samtykt eitt lógaruppskot, sum letur upp fyri, at starvsfólk í bankum kunnu luttaka í verjuni móti ukrainskum dronuálopum.

 

Tað veit tíðindastovan AP at siga í dag.

 

Lógarbroytingin áleggur bankum at seta upp anti-dronuskipanir fyri egna rokning, og nýggja lógin loyvir bankafólki at skjóta dronur niður.

Sagt verður, at tað eru bankar næstan í hvørjum einasta býi í Russlandi.

 

- Russland væntar, at dronuálopini úr Ukraina bara fara at gerast fleiri.

 

Tað sigur Thomas Withington, sum starvast hjá greiningarfyritøkuni, RUSI.

 

Hetta sigur hann við AP-tíðindastovuna, sum eisini ber tíðindini um lógarbroytingina í Russlandi.

 

Thomas Withington heldur, at nýggja lógin, sum loyvir bankafólki at skjóta dronur niður, er eitt tekin um, at russiska loftverjan svíkur.

 

 

 

 

 

Lógin, sum loyvir bankafólki at skjóta dronur niður, er eitt tekin um, at russiska loftverjan svíkur