Størsta grindin í Havn í 147 ár

Nógv bendir á, at grindin, sum doyði í Sandagerði í kvøld, er størsta grindin í Havn síðani 1879

Um grindin, sum doyði í Havn í kvøld, fer at nærkast 400 hvalum, so er talan um størstu grindina, sum er deyð í Havn síðani 9. september í 1879, tá 440 hval løgdu beinini í Havn. Tann grindin var 2.737 skinn.

Tað sæst í hagtølum á heimabeit.fo.

 

Lesið eisini: Sýslumaðurin: Eini 350 hval løgdu beinini í Sandagerði

Í nýggjari tíð – tað vil siga í hesari øldini, hava tær størstu grindirnar verið 9. oktober í 2004, tá 242 hval løgdu beinini í Sandagerði, og 27. august í 2007, tá 231 hval doyðu í Sandagerði.

 

Lesið eisini: Stór grind hevur lagt beinini í Sandagerði

Elsta grindin í Havn sambært hagtølunum varð hildin til 2. september í 1709. Tá doyðu 50 hval, sum vórðu taldir til 600 skinn.

 

 

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##