Hundur skeyt kvinnu í USA

- Ein hundur í einum bili skeyt av óvart eina kvinnu við høglbyrsu, upplýsir lokala løgreglan

Hendingin fór fram seinnapartin leygardagin nærindis einum matvøruhandil í býnum, Scottsbluff í vestara parti av Nebraska.

 

Tá løgreglan kom á staðið, sá hon ein pick-up við skotmerkjum frá einari høglbyrsu í fremru hurðini við síðuna av føraranum.

 

Og tað gjørdist skjótt greitt, at tað var ein hundur, sum var inni í bilinum, ið var orsøkin til, at skotið varð latið av.

 

Tá hundurin, sum hevði ligið á setrunum aftanfyri, hevði sloppið sær fram um, gekk ein lødd høglbyrsa av, sum lá framsetrinum.

 

Høglini raktu eina kvinnu í einum bili, síðan bíðaði eftir grønum ljósi við ein krossveg.

 

Kvinnan sat við rútinum niðri og alboganum út ígjøgnum vindeygað, tá skotið, sum hundurin læt av, rakti hana í yvirarmin.

 

Amerikanskir miðlar skriva, at kvinnan endaði á sjúkrahúsi til viðgerðar, og nú kannar løgreglan, hvussu ein hundur kundi lata skotið av.