Her er hópurin hjá næstminstu HM-tjóðini

Grønhøvdaoyggjar eru í bólki saman við verandi evropameistarunum

Mynd: Ritzau Scanpix

Grønhøvdaoyggjar (Kap Verde) eru við sínum 526.000 íbúgvum næstminsta tjóðin í HM-endaspælinum í fótbólti hjá monnum.

 

Debutantarnir frá afrikonsku oynni, ið er gamalt portugisiskt hjáland eru komnir í torføran innleiðandi bólk.

 

Grønhøvdaoyggjar eru í HM bólki H saman við verandi evropameistarunum, Spania, Uruguay og Saudiarabia.

 

Lítla landið hevur tó alt at vinna og einki at tapa í hesum HM-endaspælinum.

 

Undan HM-endaspælinum spæla Grønhøvdaoyggjar venjingardystir móti Serbia og Bermuda.

 

Landsliðsvenjarin, Pedro Leitão Brito, eisini kendur sum "Bubista" hevur tikið út hendan HM-hópin: 

 

Málverjar:

 

  • Josimar Dias ‘Vozinha’ (Chaves)
  • Márcio da Rosa (Montana)
  • Carlos Santos (San Diego)

 

Verjuleikarar: 

 

  • Steven Moreira (Columbus Crew)
  • Wagner Pina (Trabzonspor)
  • João Paulo Fernandes (FCSB)
  • Sidny Lopes Cabral (Benfica)
  • Logan Costa (Villarreal)
  • Roberto Lopes ‘Pico’ (Shamrock)
  • Kelvin Pires (SJK)
  • Ianique Tavares ‘Stopira’ (Torreense)
  • Edilson Borges ‘Diney’ (Al Bataeh)

 

Miðvallarar:

 

  • Jamiro Monteiro (Zwolle)
  • Telmo Arcanjo (Guimaraes)
  • Yannick Semedo (Farense)
  • Laros Duarte (Puskas Akademia)
  • Deroy Duarte (Ludogorets)
  • Kevin Pina (Krasnodar)

 

Áleyparar:

 

  • Ryan Mendes (Igdir)
  • Willy Semedo (Omonia)
  • Garry Rodrigues (A. Limassol)
  • Jovane Cabral (Estrela Amadora)
  • Nuno da Costa (Istanbul Basaksehir)
  • Dailon Livramento (Casa Pia)
  • Gilson Benchimol (Akron Tolyatti)
  • Hélio Varela (Maccabi Tel Aviv)

Mynd: Ritzau Scanpix