Arbeiðsvanlukka kravt mannalív

Ein maður um 25 ára aldur doyði í eini arbeiðsvanlukku á Skarðshjalla í dag

Fólk frá Arbeiðseftirlitinum kanna bilin, sum maðurin arbeiddi uppá.

Um 11 tíðina í morgun fekk løgreglan boð um eina arbeiðsvanlukku á ídnaðarøkinum á Skarðshjalla í Hoyvík.

Fólk á staðnum søgdu, at ein maður, sum var í ferð við at umvæla ein krana á einum kranabili kom av onkrari orsøk í klemmu í krananum og fekk so mikið stóran skaða, at hann doyði av vanlukkuni.

Løgreglan fær ikki sagt meira um málið nú, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Arbeiðseftirlitið kann vanlukkuna.

 

 

Fólk frá Arbeiðseftirlitinum kanna bilin, sum maðurin arbeiddi uppá.