Fiskimálaráðið hevur biðið Óla Hansen Olsen, sum er sjúkrameldaður,, um eina frágreiðing um hendingina leygardagin, tá ein skjóttgangandi bátur við nógvar ferð rendi inn í síðuna á vaktarskipinum Brimli. Tað váttar Herálvur Joensen, aðalstjóri, fyri Frihedsbrevet.
Sum vit skrivaðu fyrr í morgun, so arbeiðir løgreglan framvegis við málinum. Vaktleiðarin segði, at tey vænta at hava eina frágreiðing til fjølmiðlarnar í morgin.
Talan var um ein ógvusliga hending, tá báturin sigldi á Brimil. Fólk vórðu slong úr bátinum, og tyrlan flutti ein teirra á Landssjúkrahúsið, meðan hini vórðu flutt við sjúkrabili.
Tað hevur verið tutlað um, at orsøkin til at einki frættist um málið er, at stjórin á Vørn – maðurin sum hevur ábyrgdina av Brimli og trygd á sjónum sum heild, var umborð á bátinum, sum sambært eygnavitnum sigldi nógv for skjótt á Vestmanna hendan dagin.
Fyri Frihedsbrevet váttar aðalstjórin í Uttanríkis- og fiskimálaráðnum, Herálvur Joensen, at tað var stjórin á Vørn, sum var umborð á bátinum.
– Vit fingu eina kunning leygardagin um, at óhappið var hent, sigur Herálvur Joensen, aðalstjóri í Uttanríkis- og fiskimálaráðnum, sum varðar av Vørn, við Frihedsbrevet.
– Tað, sum vit síðan gjørdu, var at boða bæði løgregluni og MRCC frá, soleiðis at kanningar kundu fara í gongd av, hvat var hent. Vit høvdu fingið at vita, at stjórin á Vørn var umborð á bátinum, sum rendi á Brimil. Hann var rættiliga illa fyri, og tí er hann eisini blivin sjúkrameldaður. Eg havi tó tosað við hann, og eg havi biðið hann um eina frágreiðing. Nú skal hann koma fyri seg, og tá vit so hava fingið og lisið frágreiðingina, taka vit tað harfrá, sigur Herálvur Joensen við Frihedsbrevet.
Sambært Frihedsbrevet bað Sjóvinnustýrið alt fyri eitt løgregluna kanna hendingina. Sum in.fo skilir, so var tað ikki stjórin á Vørn sjálvur, sum stýrdi bátinum, og sum Frihedsbrevet skilir, so vóru ávirkaðir persónar umborð á bátinum. Tað er ólógligt at sigla ávirkaður av rúsdrekka, eins og tað er at koyra bil. Men tað er ikki ólógligt at vera ávirkaður sum ferðafólk umborð á báti.
Enn vantar endaliga frágreiðingin frá løgregluni, men hon kemur í morgin, segði vaktleiðarin á politistøðini í Havn í morgun.











