Tað var leygardagin, at ein skjóttgangandi bátur við fleiri fólkum um borð sigldi beint inn í síðuna á vaktarskipinum Brimli. Eitt fólk úr bátinum varð flutt á Landssjúkrahúsið við tyrlu og hini við sjúkrabili. Síðani tá hevur einki verið at frætt um málið. Svarið frá løgregluni í fýra dagar hevur verið, at »vit hava onga viðmerking«. Men nú verður tað, tí í morgin fer løgreglan at greiða frá málinum.
Men tað er ikki tí, at løgreglan hevur lagt lok á málið, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn í morgun.
– Vit mangla nakrar leysar endar í álinum, sum skulu fáa upp á pláss. Tí vænti eg, at vit hava okkurt meira at fortelja um málið í mórgin. Men tað er ikki so, sum onkur miðil hevur ført fram, at løgreglan leggur lok á málið, so tað má standa fyri teirra rokning, sigur vaktleiðarin.
– Vit hava kanningar í gongd í málinum, og tað er tí at vit ikki úttala okkum, og tað er einki løgið í tí, sigur vaktleiðarin.











