Sambært tv2.no siga serfrøðingar, at Iran hevur fleiri góð kort á hondini í krígnum móti USA.
Tøl hjá amerikansku kongressini vísa, at herstøðir hjá USA í Miðeystri hava víst seg at verið sárbarar undir Iran-krígnum.
Í apríl segði amerikanski verjumálaráðharrin, Pete Hegseth, at iranski herurin var niðurbardur. Hann rósti Donald Trump og hernaðarligu átøkunum móti Iran.
Men, niðurbardur er iranski herurin ikki.
- Vit mugu aftur til fyrsta golfkríggið í 1991 fyri at síggja ein størri miss av amerikanskum flogførum í einum slíkum tíðarskeiði, og tá vóru enntá fleiri flogfør við í átakinum.
Tað sigur norðmaðurin, Lars Peder Haga, sum starvast við norska Luftkrígsskúlan, um átakið móti Iran, sum ber navnið, Epic Fury.
Ein frágreiðing hjá kanningarnevndini í amerikansku kongressini (CRS) vísir, at higartil eru 42 amerikansk flogfør antin oyðiløgd ella tikin úr átøkunum.
- Hetta sigur eitt sindur um, hvussu effektiv iranska verjan er á ávísum økjum, og hvussu sárbarar amerikansku herstøðirnar í regiónini eru.
Lars Peder Haga heldur í samrøðu við tv2.no, at hetta eisini vísir, hvussu sárbarar eftirlitsdronur sum Reaper eru móti einari kompetentari mótstøðu sum tí iransku.
Á myndini omanfyri er tað eitt amerikanskt eftirlitsflogfar av slagnum, Boeing E-3 Sentr, sum er álopið á Prins Sultan-flogstøðini í Saudi Arabia.
- Eg trúgvi, at iranar sita við fleiri góðum kortum á hondini enn tey, sum USA hevði væntað í byrjanini av krígnum, sigur Lars Peder Haga.
##med2##
Meira um hetta kann lesast um leinkjuna her niðanfyri:
https://www.tv2.no/nyheter/derfor-sitter-iran-med-flere-gode-kort-mot-usa/18860424/












