Kroatia, ið vann sín HM-undankappingarbólk frammanfyri Kekkia og Føroyum er í HM-bólki L saman við Onglandi, Gana og Panama.
Millum leikararnar Zlatko Dalic hevur tikið út til HM-hópin er 40 ára gamla miðvallar-legendan, Luka Modric, ið hevur spælt heilar 196 landsdystir fyri Kroatia. Vinnur Kroatia seg víðari í kappingini kann Modric røkka 200 landsdystum. Modric hevur higartil skotið 28 mál fyri Kroatia.
Í hópinum hevur Kroatia eisini tveir leikarar, ið spæla í donsku superliguni. Nevnliga málverjan hjá FC Keypmannhavn, Dominik Kotarski, og bakkin hjá FC Midtjyllandi, Martin Erlic.
Í hópinum eru bert tveir leikarar, ið spæla í bestu kroatisku deildini.
Undan HM-endaspælinum spælir Kroatia venjingardystir móti Belgia og Slovenia.
HER eru kroatiski HM-hópurin:
Málverjar:
- Dominik Livakovic (D. Zagreb)
- Dominik Kotarski (FC København)
- Ivor Pandur (Hull)
Verjuleikarar:
- Josko Gvardiol (Manchester City)
- Duje Caleta-Car (Sociedad)
- Josip Sutalo (Ajax)
- Josip Stanisic (Bayern München)
- Marin Pongračić (Fiorentina)
- Martin Erlic (FC Midtjylland)
- Luka Vušković (HSV)
Miðvallarar:
- Luka Modric (AC Milan)
- Mateo Kovacic (Manchester City)
- Mario Pasalic (Atalanta)
- Nikola Vlasic (Torino)
- Luka Sucic (Sociedad)
- Martin Baturina (Como)
- Kristijan Jakic (Augsburg)
- Petar Sucic (Inter)
- Nikola Moro (Bologna)
- Toni Fruk (Rijeka)
Áleyparar:
- Ivan Perisic (PSV)
- Andrej Kramaric (Hoffenheim)
- Ante Budimir (Osasuna)
- Marco Pasalic (Orlando City)
- Petar Musa (FC Dallas)
- Igor Matanović (Freiburg)











