Airbnb víðkar um virksemið

Leigupallurin Airbnb fer nú eisini at bjóða bilútleigan, smærri hotell og útbering av gerandisvørum. Tað boðaði fyritøkan frá í gjár

Reglarnar fyri stutttíðarleigu eru herdar í fleiri londum seinastu árini. Airbnb víðkar um virksemið og roynir at koma inn á sama part av marknaðinum sum Booking.com og Expedia. (Savnsmynd). - Mynd: Dado Ruvic

Sambært AFP er hetta seinasta royndin hjá Airbnb at fáa part í teimum ferðainntøkum, sum í dag fara til kappingarneytar sum Booking.com og Expedia.

 

Samstundis kemur broytingin eftir, at fleiri lond hava hert reglurnar fyri stutttíðarútleigan av bústøðum. Í Spania hevur Airbnb fingið eina bót upp á nærum hálva milliard krónur fyri lýsingar, sum sambært myndugleikunum brutu reglurnar.

 

Eisini í býum sum Barcelona, New York og París eru reglurnar fyri Airbnb-útleigan herdar nógv seinastu árini.

 

Eftir eina dagføring av skipanini kunnu brúkarar nú fáa gerandisvørur koyrdar út í meira enn 25 býum í USA. Harumframt ber til at bíleggja flutning til og frá flogvøllum í meira enn 160 býum kring heimin.

 

Stjórin í Airbnb, Brian Chesky, sigur, at ferðing eigur ikki bara at vera lætt, men eisini gevandi og lærurík.

 

Reglarnar fyri stutttíðarleigu eru herdar í fleiri londum seinastu árini. Airbnb víðkar um virksemið og roynir at koma inn á sama part av marknaðinum sum Booking.com og Expedia. (Savnsmynd). - Mynd: Dado Ruvic