Hans Óttar Lindberg Tómasson, ið er av føroyskari og íslendskari ætt er ein legenda í altjóða hondbólti.
44 ára gamli høgri vongurin er besti málskjúttin gjøgnum tíðirnar í týsku bundesliguni. Og hann hevur vunnið OL-gull, HM-gull tvær ferðir, og EM-gull tvær ferðir við danska landsliðnum, har hann í 308 landsdystum skoraði 809 mál.
Hans Lindberg hevur spælt yrkishondbólt síðani 1999, tá hann sum 18 ára gamal byrjaði við Team Helsinge.
Hann spældi 17 kappingarár í týsku bundesliguni, níggju ár við HSV Hamburg, og átta ár við Füchse Berlin. Við Hamburg vann hann Champions League, og við Berlin vann hann European League, umframt heimsmeistaraskapið fyri felagslið, IHF Super Globe. Seinastu tvey kappingarárini hevur hann spælt við HØJ.
Nú hevur Hans Lindberg boðað frá, at hann gevst at spæla hondbólt. Hann tekur við starvinum sum ítróttarstjóri hjá mansliðnum hjá HØJ.











