Í einum uppslagi á X skrivar hann, at hann er sera takksamur fyri góðu móttøkuna og áhugaverdu samrøðurnar undir vitjanini í Nuuk.
– Eg harmist um, at eg bert hevði tíð at vitja fólk í Nuuk og gleði meg til at uppliva alt hitt, sum Grønland hevur at bjóða upp á á komandi ferðum, skrivar hann.
Jeff Landry varð í desember í fjør settur í nýggja starvið sum serligur sendimaður hjá USA til Grønlands. Tað hendi eftir, at amerikanski forsetin, Donald Trump, fleiri ferðir hevði sagt, at USA hevur trygdarligan tørv á Grønlandi.
Landry kom til Nuuk sunnukvøldið og hevði mánadagin fund við grønlendsku landsstýrisleiðsluna. Eftir fundin søgdu bæði landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen, og uttanríkisráðharrin, Múte B. Egede, at talan hevði verið um ein góðan fund við amerikonsku umboðini.
Undir vitjanini endurtók Jeff Landry eisini, at USA ynskir størri amerikanska tilveru í Grønlandi. USA hevur í dag eina herstøð í landinum.










