Kommunan bjóðar til vinnukaffi í Saltangará

Gunnar Nielsen, stjóri í Effo, fer at greiða frá um virksemið í samband við nýggju oljugoymsluna í Søldarfirði

Runavíkar kommuna bjóðar nú vinnuni í kommununi til vinnukaffi, sum verður í Gulu Smiðju mikumorgunin hin 27. mai klokkan 08.30.

 

- Ætlandi varar kaffisteðgurin í umleið ein tíma, siga tey í kommununi.

 

Ein skrá er løgd fyri løtuna,, og lagt verður fyri við, at vinnu-og havnarnevndirnar í kommununi kunna um arbeiðið á vinnu-og havnarøkinum.

 

Gunnar Nielsen, stjóri í Effo, fer at greiða frá um virksemið í samband við nýggju oljugoysluna í Søldarfirði. 

 

- Endamálið við fundinum er at styrkja um samskiftið og samstarvið við vinnuna í kommununi.

 

Í Runavíkar kommunu siga tey, at tilmelding er ikki neyðug, so tað er bara at møta upp.