Orsøkin er nýggja semjan millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og arbeiðarafeløgini, sum hevur við sær, at lønin hjá fastløntum arbeiðarum hækkaði 1. mai 2026.
Hægsti arbeiðsloysisstuðul er 80% av lønini hjá fastløntum arbeiðarum sambært galdandi sáttmála.
Við nýggju semjuni hækkar mánaðarlønin hjá fastløntum arbeiðarum úr 28.043,06 kr. upp í 28.765,85 kr.
Harvið hækkar hægsti arbeiðsloysisstuðulin úr 1.064,08 kr. upp í 1.091,51 kr. um dagin, svarandi til í meðal úr 22.434,45 kr. upp í 23.012,75 kr. um mánaðin. Við hesi broytingini er hægsti arbeiðsloysisstuðul hækkaður við 4.512,75 krónum – sløkum 25% - síðani mars mánaði í fjør.











