Hevur tú trupulleikar við at gjalda við kortinum í morgun, so ert tú ikki einsamallur. Gjaldsfelagið Nets upplivir eitt rakstrarligt órógv, sum hevur við sær, at meginparturin av øllum kortgjaldingum verða avvístar.
Trupulleikarnir hendu umleið klokkan átta í mortun. Nets upplýsir, at tey hava funnið orsøkina til trupulleikan, og at tey arbeiða við at fáa raksturin aftur í vanligan stand.
Tey hava tó ikki enn nakra tíðarkarm fyri, nær tað verður loyst.
Ímeðan verða handlarnir eggjaðir til at brúka aðrar gjaldsháttir so sum MobilePay – sum tó ikki riggar í Føroyum. Her hevur verið neyðugt at gjalda við reiðum peningi í morgun.











