Her er frá­greið­ing­in frá politi­num um á­sigl­ing í Vestmanna

Løgreglan hevur nú skuldsett ein persón fyri brot á Revsilógina og lógina um trygd á sjónum fyri at hava silgt á Brimil við skjóttgangandi báti. Men enn valdar tøgn um málið

Brimil við bryggju í Vestmanna leygardagin, har ein skjóttgangandi bátur við nógvari ferð sigldi inn í síðuna á honum. Mynd: Birgir Waag Høgnesen

Sum vit skrivaðu í gjár, so fór løgreglan í dag at koma við eini frágreiðing um hendingina í Vestmanna leygardagin, tá ein bátur við nógvar ferð sigldi inn í síðuna á Brimli. Serligur áhugi hevur verið fyri hesum málið, tí at tann hægsti avvarðandi fyri trygd á sjónum, stjórin á Vørn, var í bátinum saman við familju síni.

 

Báturin hevði alt ov nógva ferð, og fólkini í bátinum fingu skaða. Stjórin á Vørn varð fluttur á Landssjúkrahúsið við tyrlu. Hini vórðu flutt at Landssjúkrahúsið við sjúkrabili.

 

Soleiðis segði vaktleiðarin á politistøðini við fjølmiðlarnar í gjár:

 

– Vit mangla nakrar leysar endar í málinum, sum vit skulu fáa upp á pláss. Tí vænti eg, at vit hava okkurt meira at fortelja um málið í morgin.

 

Og boðini í morgun vóru frá vaktleiðaranum vóru at vísa til stubban, sum løgreglan legði á Facebook í gjár, sum vóru ljóðandi:

 

»Leygardagin 16. mai 2026 fekk politiið eina fráboðan um, at ein skjóttgangandi bátur hevði siglt á vaktar- og bjargingarskipið 'Brimil' í Vestmanna, og at fólk vóru flutt á Landssjúkrahúsið. Politiið hevur síðani gjørt kanningar í málinum og hevur í dag skuldsett ein persón fyri brot á Revsilógina og lógina um trygd á sjónum.

 

Kanningararbeiðið heldur fram«.

 

Fyri ikki at ávirka kanningararbeiðið hevur politiið ikki fleiri viðmerkingar í løtuni.

 

Fleiri viðmerkingar eru ikki at fáa. Heldur ikki um til dømis rúsdrekka hevur verið uppií.

 

Tá talan er um ferðsluvanlukkur greiðir løgreglan altíð frá, um persónar hava verið ávirkaðir av rúsdrekka ella ikki. Men her er ikki meira at frætta enn tað, sum løgreglan legði á Facebook í gjár.

 

Brimil við bryggju í Vestmanna leygardagin, har ein skjóttgangandi bátur við nógvari ferð sigldi inn í síðuna á honum. Mynd: Birgir Waag Høgnesen