Tað segði Lars Løkke Rasmussen eftir fund við kongaliga kanningarleiðaran fyri løtu síðani.
– Vit meta, at hetta verður ein sera ótrygg ferð. Tað er ikki tað, sum Danmark hevur brúk fyri í trygdarstøðuni, vit eru í, segði Lars Løkke Rasmussen.
Troels Lund Poulsen hevði arbeitt við ætlanum um eina sokallaða VLAK-stjórn saman við Venstre, Liberal Alliance og Det Konservative Folkeparti.
Men stjórnin hevði verið bundin at stuðli frá Moderatunum, sum sita við avgerandi tinglimunum.
Sambært Lars Løkke Rasmussen er tað nú upp til Troels Lund Poulsen sjálvan at gera av, hvat tað merkir fyri stjórnarsamráðingarnar, at Moderatarnir ikki vilja stuðla ætlanini.
Moderatarnir hava annars ynskt eina stjórn tvørtur um miðjuna og høvdu givið Troels Lund Poulsen 14 dagar at royna at skipa stjórn. Tann freistin gongur út í dag.










