Dick Advocaat hevur tikið út hópin hjá minsta HM-landinum nakrantíð

Her er HM-hópurin hjá Curacao

78 ára gamla niðurlendska venjaralegendan, Dick Advocaat er landsliðsvenjari hjá Curacao. Mynd: Ritzau Scanpix

Curacao verður minsta tjóðin í søguni, ið kappast í HM-endaspælinum í fótbólti hjá monnum. Tað búgva 156.000 fólk í Curacao, ið liggur norðanfyri Venesuela.

 

Curacao hevur eina ríkisrættarliga støðu, ið minnir um okkara. Teir eru eitt sjálvstýrandi land í niðurlendska kongaríkinum. 

 

Gamla metið sum minsta tjóðin átti Ísland, ið kappaðist í HM-endaspælinum í Íslandi í 2018. 

 

Curacao er í innleiðandi HM-bólki E saman við Ekvador, Týsklandi og Fílabeinsstrondini. Tað verður tungt hjá Curacao at vinna seg víðari, men teir fara at hava nógvar áskoðarar við sær, tí fólk yvirhøvur heppa á sokallaðar "underdogs". Og teir hava alt at vinna og einki at tapa. 

 

Undan HM-endaspælinum spælir Curacao venjingardystir móti Skotlandi og Aruba.

 

HER er HM-hópurin, ið 78 ára gamli landsliðsvenjarin, Dick Advocaat hevur tikið út:

 

Málverjar: 

 

  • Eloy Room (Miami FC)
  • Trevor Doornbusch (VVV-Venlo)
  • Tyrick Bodak (Telstar)

 

Verjuleikarar: 

 

  • Juriën Gaari (Abha)
  • Roshon van Eijma (RKC Waalwijk)
  • Sherel Floranus (PEC Zwolle)
  • Joshua Brenet (Kayserispor)
  • Shurandy Sambo (Sparta Rotterdam)
  • Armando Obispo (PSV Eindhoven)
  • Riechedly Bazoer (Konyaspor)
  • Deveron Fonville (NEC)

 

Miðvallarar: 

 

  • Leandro Bacuna (Iğdır)
  • Juninho Bacuna (Volendam)
  • Godfried Roemeratoe (RKC Waalwijk)
  • Kevin Felida (Den Bosch)
  • Livano Comenencia (Zürich)
  • Ar'jany Martha (Rotherham United)
  • Tyrese Noslin (Telstar)

 

Áleyparar: 

 

  • Kenji Gorré (Maccabi Haifa)
  • Brandley Kuwas (Volendam)
  • Gervane Kastaneer (Terengganu)
  • Jeremy Antonisse (Kifisia)
  • Jearl Margaritha (Beveren)
  • Jürgen Locadia (Miami FC)
  • Sontje Hansen (Middlesbrough)
  • Tahith Chong (Sheffield United)

 

 

 

78 ára gamla niðurlendska venjaralegendan, Dick Advocaat er landsliðsvenjari hjá Curacao. Mynd: Ritzau Scanpix