1. apríl byrjaði Jórunn Gudmundsen í starvi sum leiðari á Messuni í Sørvági. Tá starvið bleiv lýst leyst, hevði Jórunn annað starv, sum hon var glað fyri, men starvslýsingin talaði til hennara. Leiðarin skuldi vera kreativur og hava royndir við at skipa fyri tiltøkum.
- Tað var sum at starvslýsingin var skrivað til mín, tað at eg skal mynda húsið, og fái fríar teymar at gera tað sum eg havi hug til inni her.
Fyri Jórunn hevur tað stóran týdning, at dygdin í húsinum er góð, soleiðis at tey vitjandi fáa eina góða uppliving.
- Eg vil hava ein fingur við í øllum. Eg havi eg avgjørt, at alt verður eftir mínum høvdi inni her. Tað er ikki tí at eg altíð veit best, men eg vil vera innyvir øllum, frá tí minsta til tað størsta.
##med2##
Hetta er eisini orsøkin til at Messan ikki er latin alment upp enn, Jórunn Gudmundsen vil at tá fólk vitja skulu tey fáa eina fullførda uppliving.
- Eg tími ikki at lata upp til nakað, sum eg ikki vil umboða. Fyri meg er tað eitt sindur keðiligt, at alt ikki er sum eg ynski enn, men tá vit lata upp, verður dygdin betri. Nevndin hevur givið mær frælsi at mynda húsið, og tað hevur verið vakurt at uppliva, at teir hava fullfíggjað tað, sum teir skrivaðu í umsóknini, tá teir siga seg vera klárar at hjálpa mær til at útføra tað í verkið, sum eg ynski.
Bygdarfólki í Sørvági ganga inn og spyrja, og fólk koma eisini aðrastaðnis frá.
- Hetta er eitt stað, sum øll halda vera spennandi. At síggja ein bát sum vendir á høvdinum, einaferð hevur hann verið á sjónum, og hann hevur eina megnar søgu, hann ímyndar nógv lív, sum hava brúkt orku og tíð umborð, og nú er hann tak og á einum bygningi, sum stendur á eini kai í Sørvági, sum er bygt til endamálið. Hetta er ein vøkur søga.
##med3##
Jórunn Gudmundsen hevur áður starvast sum marknaðarleiðari, og hevur verið við til at skipa fyri hópin av tiltøkum, alt frá smáum fundum, til stórar festivalar. Hon hevur verið samskiftisleiðari og tiltaksleiðari hjá Team Rynkeby, eisini starvast hon sum leiðari í ungdómshúsinum í Sundakommunu.
- Allar hesar royndirnar fái eg brúkt í hesum eina starvinum, tað er stuttligt at hava royndir við nógvum av teimum førleikunum sum hetta starvið krevur.
Messan er eitt hjartabarn hjá Jórunn, og hon gleðir seg at fáa lív í húsið. Arbeiðið er skeivar tíðir, og tað er ikki nakað sum nervar Jórunn. Sjálv er hon úr Sandavági, og tí er tað nakað serligt at Messan er staðsett í Vágunum
- Eg elski bygdarlívið, og at kunna savna fólk og gera nakað gott fyri fólk, tað ger hetta til eitt hjartamál fyri meg, hevði húsið verið í Havn ella Klaksvík, so hevði eg ikki havt sama hjarta fyri tí.
Summarhálvan fyri ferðafólk og vetrarhálvan fyri føroyingar
Endamálið við Messuni er at húsið skal vera eitt bátasavn, sum skal varðveita og miðla føroyska siglingarsøgu, líka frá byrjan til dagin í dag, um árabátar og uppsjóvarskip.
Abbi Jórunn, Eivind Gudmundsen, átti skipini, Høgafoss, Venus og Mars, og línubátin Eivind, sum er uppkallaður eftir honum.
- Hetta er nakað, sum eg eri stolt av.
##med4##
Allir nevndarlimirnir eru menn, og tí helt Jórunn, at Messan hevði tørv á einum kvinnuligum leiðara, og tað var yvirskriftin í umsóknini tá hon søkti starvið.
- Eg meinti eg tað av mínum hjarta, tí eg ynski tað besta fyri húsið, og tað er at fáa eina kvinnu at leiða, tá alt grundarlagið er bygt upp av monnum, fyri at bera hetta fram á mál, og fáa javnvág í. Sjálvt húsið er eisini mansligt, við betongi og træ, og eg hugsaði at tað trongdi til ein kvinnuligan dám.
Men Messan skal vera meira enn eitt bátasavn, fyri at røkka breiðari er ætlanin at skipa tað sum eitt livandi og virkið mentanarhús, og søgan um bátarnar verður flætta inní tað.
- Í høvuðsheitum verður Massan ikki marknaðarførd sum eitt bátasavn, men sum eitt mentanarhús, og á tann hátt fáa vit skapt ein áhuga fyri skipasøguni eisini.
Virksemið verður skipað soleiðis, at í summarhálvuni verður virksemið lagað til ferðavinnuna, og í vetrarhálvuni verða alskyns tiltøk, sum venda sær til føroyingar.
- Ferðafólk eru góð fyri Føroyar, tí uttan ferðafólkini vóru vit ikki eitt so framkomið land sum vit eru, men vit mugu gera so at vit fáa rúma teimum.
Nøkur av mest vitjaðu ferðamálunum í Føroyum eru tætt við Sørvág, bátatúrar vera gjørdar til Mykines, drangarnir og Tindhólm. Mett verður at umleið 30000 fólk vitja hesi støð um árið, og fleiri hava reika fyri vág og vind í Sørvági, og tað hava summi ilskast inná, tí er tørvur á ferðafólkini hava eitt stað at vera, og ætlanin er at Messan skal vera eitt slag av farstøð í summarhálvuni.
- Ferðafólkini møta her, og veitararnar sum sigla koma eftir teimum. Vit hava avgjørt, at í summarhálvuni leiga vit ikki húsið til brúdleyp og aðrar veitslur, tí veitararnir skulu vera vissir í, at húsið altíð er tøkt frá apríl til september.
Í summarhálvuni verður søla av eitt nú suppu og nýbakaðum vaflum.
- Vit fara at selja heitan mat, sum luktar væl, tí ferðafólkini eru ofta køld, tá tey koma aftur av túri.
##med5##
Um summari verður tað einfaldur matur, sum verður seldur, og um veturin er ætlanin at fáa kokkar at gera mat ávís kvøld. Skipað verður fyri konsertum, listaframsýningum, yogavenjingum og alskyns øðrum tiltøkum. Hóast húsið ikki er latið upp alment, og einki er marknaðarført, er stórur áhugi fyri at brúka Messuna at hýsa tiltøkum.
- Í kalendaranum hava vit 10 vitjanir av bólkum, sum koma í næstum, eg sigi sum er, at her er ikki latið upp, og tí er tað rokaligt, men øll vilja koma allíkavæl. Fólk eru spent at síggja húsið og at skipa fyri ymiskum inni her, tað er ordiliga stuttligt.
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##





















