Semjan varð gjørd fríggjadagin í sambandi við Nato-uttanríkisráðharrafund í Helsingborg.
Umframt Danmark og USA hava eisini Svøríki, Kanada, Føroyar, Finnland, Ísland og Noreg skrivað undir yvirlýsingina.
Londini siga, at tey vilja styrkja støðufestið og trygdina í Arktis, millum annað orsakað av vaksandi hernaðarvirksemi hjá Russlandi og vaksandi strategiskum áhuga hjá Kina í økinum.
– Vit styrkja okkara hernaðarligu tilveru, eftirlitsførleikar og felags venjingar í Arktis og í Norðurhøvum. Tað gera vit á samskipaðan og javnvigaðan hátt, stendur í yvirlýsingini.
Virkandi danski uttanríkisráðharrin Lars Løkke Rasmussen sigur sambært DR og TV 2, at fundurin var týdningarmikil.
– Boðskapurin er, at trygdin í Arktis er eitt felags mál, sigur hann.
Seinastu tíðina hevur økið kring Grønland fingið stóran altjóða ans, eftir at Donald Trump fleiri ferðir hevur tosað um amerikanskt ræði á Grønlandi.
Amerikanski sendiharrin í Danmark, Ken Howery, segði tó fyrr í vikuni, at USA ikki fer at brúka vald móti Grønlandi.
##med2##
##med3##












