Tað sigur Kári Thorsteinsson, sýslumaður.
Grindin legði beinini klokkan gott 18, men av tí at tað vóru so nógvir hval, so fingu allir ikki gjørt landgongd. Fleiri lógu tí eftir undir Argjalandinum, og tí tók tað heldur langa tíð til allir vóru deyðir. Onkur heldur tað tók um ein tíma at fáa lívið av øllum hvalunum.
Lesið eisini: Stór grind hevur lagt beinini í Sandagerði
– Enn vita vit ikki so nógv, men onkur hevur talt um 350, sum bara er ein leyslig meting, sigur Kári Thorsteinson, virkandi sýslumaður.
Hann sigur, at øll náttin fer við at sleipa hvalirnar heim á Vestaru Bryggju, har grindin so skal merkjast, og hann væntar, at seðlarnir koma út einaferð í morgin.









