Bankatoskurin nógv bíligari enn toskur av landgrunninum

Tað er stórur munur á prísinum fyri tosk av Føroyabanka og tosk av landgrunninum í løtuni.

Størsti toskurin av Føroyabanka verður í dag seldur fyri umleið 30 krónur fyri kilo, meðan størsti toskurin av landgrunninum fer fyri umleið 40 krónur kilo.

 

Sambært Høgna Hansen, stjóra á Fiskamarknaðinum, er orsøkin, at bankatoskurin er sera rakur hesa árstíðina.

 

– Toskurin á Føroyabanka er sera rakur hesa árstíðina, og tí vilja keypararnir ikki geva nógv fyri hann, sigur hann við Kringvarpið.

 

Fyrrapartin landaði línubáturin Streymsund tosk av Føroyabanka í Havn. Báturin er ein av smærru línubátunum í bólki 4.

 

Veiðan var góð 21 tons, og nærum allur fiskurin var toskur-1, tað vil siga størsti toskurin.

 

Í ár eru tilsamans 265 fiskidagar á Føroyabanka. Stóru línuskipini í bólki 3 hava 40 fiskidagar, bátarnir í bólki 4 hava 135 dagar, og smáu útróðrarbátarnir í bólki 5 hava 90 dagar.

 

Sambært Fiskamarknaðinum eru higartil í ár fiskað góð 100 tons á Føroyabanka.

 

Kelda: Kringvarp Føroya.

 

Hoyrið innslagið í Kringvarpinum við at trýsta her